Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska U17-hópin við gentum, sum í apríl mánaða skal til UEFA Menningarkapping í Bulgaria
Í døgunum 5. til 13. apríl fer føroyska U17-landsliðið við gentum til Bulgaria, har tær skulu taka lut í UEFA Menningarkapping. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Estland og Serbia eisini við í kappingini.
– Eg kenni ikki so nógv til hini londini. Tó siga mínar royndir, at vit eru á umleið sama støði sum Estland, sigur Jan Mølvad Lursen, landsliðsvenjari, og leggur afturat, at hetta verður fyrstu ferð, at fleiri av gentunum skulu spæla á heilum vølli, og at tað eisini verður ein avbjóðing.
Tær 18, ið landsliðsvenjarin hevur úttikið, eru hesar
Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Birita Ryan, KÍ
Armgarð Undir Leitinum, B36
Marjun Ó. Danielsen, B36
Rúna Olsen, B68
Julia H. Henriksen, HB
Sunnvá F. Johansen, Skála
Vár Tollaksdóttir, Víkingur
Lea S. Lisberg, EB/Streymur
Victoria á Lakjuni, KÍ
Emma Hansdóttir, B36
Bára S. Magnussen, B36
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Sólva S. Olsen, B71
Estir Borðoy, Víkingur
Sanna Jacobsen, KÍ
Óluva A. Joensen, KÍ
SKRÁIN
8. apríl: Bulgaria – Føroyar
10. apríl: Føroyar – Estland
12. apríl: Føroyar – Serbia
– Hesar kappingar geva gentunum møguleikan at mennast enn meir sum spælarar, meðan vit venjarar fáa møguleikan at spæla liðið meir saman, áðrenn vit seinni í ár skulu til innleiðandi EM-undankapping í Póllandi, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.