Jan M. Laursen og Bára S. Klakstein hava úttikið U17-hópin við gentum, sum í komandi viku skal til mini-kapping í Norðurírlandi
Í døgunum 11. til 17. apríl skal føroyska U17-landsliðið við gentum luttaka í mini-kapping í Norðurírlandi, sum UEFA skipar fyri.

Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Íslandi og Wales.

Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein, úttikið hesar 18 leikararnar:
Janita Diana Ole-Jacobsen, 07 Vestur.
Guðrið Thomsen, Silja R. Róin og Elisabeth Vang, B36.
Ása á Reynatúgvu og Jónvá Hentze, B71.
Durita Hummeland, EB/Streymur.
Rebekka Benbakoura, Annika Dam og Magna Tórðardóttir, HB.
Tóra Mohr, Rórunn Joensen, Amanda Johannessen, Erla Christiansen, Gudný Johannessen og Evy á Lakjuni, KÍ.
Paulina Steinolvsdóttir, NSÍ/B68.
Bjørg D. Djurhuus, Víkingur/ÍF.

Fyrsti dystur hjá føroyska U17-liðnum í kappingini verður sunnudagin 13. apríl, tá Norðurírland tekur ímóti. Mánadagin 14. apríl spæla Føroyar og Wales, og mikudagin 16. apríl skal føroyska liðið royna seg ímóti Íslandi.

Úttøkubræv

Skrivað hevur:
Hans Erik Danielsen, [email protected]