Pól F. Joensen og Áki Johansen hava úttikið føroyska hópin, sum í døgunum 8. til 16. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki
U17-landsliðsvenjararnir, Pól F. Joensen og Áki Johansen, hava úttikið føroyska hópin, sum frá 8. til 16. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Eysturríki.

Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Sveis og Kypros.

Lagt verður fyri mikudagin 10. oktober, tá spælt verður ímóti Sveis, og fríggjadagin 12. oktober, skulu føroysku dreingirnir møta Eysturríki. Triðji og seinasti dysturin verður mikudagin 15. oktober, tá Føroyar og Kypros bresta saman á Hall Stadium í Tirol.

Teir 18 leikararnir, ið eru úttiknir, eru hesir:
Høgni E. Nielsen, 07 Vestur
Benjamin Heinesen, B36
Hákun Edmundsson, B68
Steintór Fagradal, Aron Clementsen og Dan í Soylu, B71
Bartal Wardum, HB
Pól Sigurð Kristiansen, EB/Streymur
Ari Krosslá Poulsen og Dánjal Godtfred, FC Suðuroy
Leivur Højgaard, Meinhard Olsen og Betuel Hansen, NSÍ
Elias Rasmussen, Víkingur
Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DK)
Emil R. Madsen, Frederikshavn (DK)
Absalon Eliasen, Randers FC (DK)
Jákup F. Hansen, Vejle Boldklub (DK)

Úttøkubræv