Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið 18 leikarar til U17-minikapping í Wales, sum verður frá 10. til 14. apríl
Í døgunum 10. til 14. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum at luttaka í eini U17-minikapping í Swansea í Wales, sum UEFA skipar fyri.
Umframt vertirnar og Føroyar, eru Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini.
Í hesum sambandi hava venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen úttikið hesar 18 leikararnar:
Teit Jacobsen, Hilmar Leon Jakobsen, Bartal Wardum og Jákup Ludvig Thomsen, HB
Beteul Hansen, Petur Knudsen og Meinhard Olsen, NSÍ
Símun Jóhan Wolles, Jan á Høgaryggi og Rói Olsen, EB/Streymur
Hjalti Strømsten og Óla Kristian Jacobsen, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen og Mikkjal á Bergi, KÍ
Høgni E. Nielsen, 07 Vestur
Absalon Eliasen, Randers FC (DK)
Levi Jøkladal, ÍF
Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy