Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið 18 leikarar, sum í august skulu umboða Føroyar í NM fyri U17-landslið við dreingjum
Í døgunum 6. til 11. august verður árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U17-landslið við dreingjum, og í ár eru Føroyar vertir fyri kappingini. Føroyska U17-landsliðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Noreg og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina.

Fyrsti dystur hjá føroyska U17-liðnum verður í Klaksvík mánadagin 6. august ímóti Onglandi.

U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið hesar 18 leikarar til kappingina:
Aron Clemnentsen, Dan Í soylu, Steintór Fagradal B71
Meinhard Olsen, Bethuel Hansen, Leivur Højgaard NSÍ
Johannus Hansen, Hákun Edmundsson B68
Benjamin Heinesen B36
Dánjal Godtfred FC Suðuroy
Jákup F Hansen HB
Levi Jøkladal ÍF
Jóannaes Bjartalíð
Elias Rasmussen Víkingur
John Johannesen Frederiksen Brøndby IF, DK
Jógvan Andreas á Lað Jacobsen FC København, DK
Emil Rom Madsen FFI (Fredrikshavn), DK
Absalon Eliasen Randers, DK

ÚTTØKUBRÆV