Um vikuskiftið var U17-landsliðið hjá dreingjum á venjingarlegu í Suðuroynni, har vant varð á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági
Fyrsta kappingin fyri U8-dreingir varð hildin við Stórá sunnudagin 6. mai, og umframt nógvu dystirnar, so var U17-landsliðið hjá dreingjum eisini á vitjan á nýggja vøllinum hendan dagin. Hetta er fyrsta ferðin eitt landslið vitjar nýggja vøllin, og venjingarnar gingu av tí allar frægasta. Venjingin í Suðuroynni er fyrsti liður í fyrireikingunum hjá U17-landsliðnum, sum í august mánað skal taka lut í Norðurlandameistaraheitinum fyri U17-landslið. Í ár verður hendan kapping í Føroyum, frá 5. til 12. august.
Venjingin byrjaði tíðliga sunnumorgunin, og vant varð til kl. 11, áðrenn dreingirnir fingu døgurða og hvild síðani var á skránni. Eftir U8-kappingina, ið byrjaði kl. 13, spældi U17-landsliðið ein venjingardyst ímóti einum úrvalsliðið við ungum og evnaríkum suðuroyingum, ið tó allir vóru nakað eldri enn dreingirnir á U17-landsliðnum.
Venjararnir hjá U17-landsliðnum, Poul F. Joensen og Áki Johansen – Mynd: tb.fo
Vælnøgdir venjarar
Venjararnir hjá U17-landsliðnum, Poul F. Joensen og Áki Johansen, vóru væl nøgdir við støðið hjá dreingjunum, ið manniliga stríddust móti teimum eldru suðuroyingunum. Eisini vóru venjararnir sera væl nøgdir við umstøðurnar á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági. Sambært venjarunum, so er hetta neyvan seinastu ferð at U17-landsliðið hevur vant við Stórá.
Hugagóðir dreingir
Sjey lið frá fýra feløgum kappaðust í fyrstu barnakappingini, ið varð spæld við Stórá, og sum heild eydnaðist kappingin framúr væl. Nógv børn, foreldur og leiðarar vóru møtt upp, og eftir nakrar góðar dystir á frálíka nýggja vøllinum, vorðu øll boðin innar í Ítróttarhøllina í Trongisvági, har kaffi, breyð, køkur og frukt varð bjóðað.
Tey fýra feløgini, ið vóru til kappingina, vóru TB, Skála, Víkingur, ið øll høvdu tvey lið í kappingini og 07 Vestur, sum var í Suðuroy við einum liði.
Stuttligt var at síggja, hvussu hugagóðir hesir ungu garpar tuskaðu runt, hóast úrslitið ikki altíð varð so gott. Týdningarmesta var tó, at øll børnini høvdu tað stuttligt, og fingu loyvi at spæla nógvan fótbólt.
Kelda: www.tb.fo