Genturnar skulu til EM-undankapping í Danmark, meðan dreingirnir skulu luttaka í árligu NM-kappingini sum hesaferð verður í Norra

Jón Pauli Olsen og Bára S. Klakstein hava úttikið føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í døgunum 3. til 10. august skal luttaka í EM-undankappingini, sum í ár verður í Danmark.

Tær 18, ið skulu umboða Føroyar, eru hesar:
Annika M. Arge, Hervør Olsen, Gudny Johannesen og Jancy Jacobsen, KÍ
Silja R. Róin, Elisabeth Vang og Guðrið Thomsen, B36
Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EB/Strezmur
Annika Dam, Lív Arge og Milja R. Simonsen, HB
Hjørdis Rasmusdóttir, Arnborg Lervig, Sigrun T. Magnussen og Bjørt Holm, Víkingur
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður 5. august, tá vertirnir úr Danmark taka ímóti, og síðani verður spælt móti Wales 7. august, og ímóti Grikkalandi 10. august.
 

U17-landslidid vid dreingjum til NM

Árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U16-landslið við dreingjum verður hesaferð í Hamar í Norra. Føroyska liðið er komið í bólk saman við Finnlandi, Norra og Onglandi, sum er gestalið til NM-kappingina. Föroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 2. august og er heima aftur sunnukvøldið 11. august.

Fyrsti dysturin hjá føroyska U16-liðnum verður í mánadagin 5. august.

Sum liður í fyrireikingunum er liðið á venjingarlegu í døgunum 18. til og við 23. juli . Dreingirnir skulu møta í FSF húsinum hósdagin kl 10.00. Leikarinir skulu hava tað við, sum er vanligt til eina venjing.

Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F Joensen, hava úttikið hesar 18 leikararnar: 
Teit Jacobsen, Heri Mohr, Bartal Wardum og Jákup Ludwig Thomsen, HB
Betuel Hansen, Petur Knudsen, Meinhard Olsen, Michal Przybylski, Andrias Poulsen og Karstin Hansen, NSÍ
Pól Fláaberg, Jan á Högaryggi og Rói Olsen, EB/Strezmur
Hjalti Strømsten, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen Mikkjal á Bergi, KÍ
Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur
Ari Krosslá Poulsen, FC Suðuroy

Sum liður í fyrireikingunum til NM-kappingina, skipa venjararnir fyri venjingarlegu í døgunum 18. til 23. juli . Dreingirnir skulu møta í FSF húsinum hósdagin kl 10.00.