Ásla Johannesen skoraði einasamalla málið hjá Føroyum, tá U17-landsliðið við gentum í dag tapti 4-1 móti Slovakia
U17-landsliðið við gentum spældi í dag seinasta dystin í EM-undankappingini, sum hesa vikuna hevur verið í Banská Bystrica í Slovakia.
Mótstøðuliðið vóru vertirnir úr Slovakia, og endaliga úrslitið gjørdist, at okkara gentur taptu 4-1, eftir at støðan var 2-1 til Slovakia í steðginum.
Føroysku genturnar fingu eina heldur trilvandi byrjan upp á dystin, og longu eftir góðar 10 minuttir var støðan 2-0 til Slovakia.
Eftir torføru byrjanina, kom føroyska liðið meir við í dystin, og tá hálvur tími var spældur, minkaði Ásla Johannesen um munin fyri Føroyar.
Men nærri kom føroyska liðið ikki, og í seinna hálvleiki avgjørdi Slovakia dystin til egnan fyrimun.
Spania vann EM-undankappingarbólk 11 fyri U17-gentulandslið við fullum stigatali. Nummar tvey gjørdist Pólland við 6 stigum, Slovakia varð nummar 3 við trimum stigum, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnudagin.