Í seinasta dystinum í mini-kappingini í Wales, eydnaðist tað føroyska U17-landsliðnum við gentum at spæla javnleik 2-2 móti Íslandi

Eftir at hava tapt fyri Norður Írlandi og Wales, skuldu føroysku genturnar í dag royna seg ímóti Íslandi, sum varð mett at hava sterkasta liðið í kappingini.

Men dysturin móti grannunum fyri norðan endaði við javnleiki 2-2, eftir at støðan í hálvleikinum var 2-1 til Føroyar.

Tá 12 minuttir vóru spældir sendi Lív F. Arge fríspark beinleiðis á íslendska málið, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, økti Guðrið Thomsen til 2-0 fyri Føroyar.

Beint áðrenn liðini fóru at hvíla seg minkaði Ísland um munin, og tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, javnaðu íslendsku genturnar til 2-2.

Fleiri mál komu ikki, og tað má metast sum ein verulig uppreisn fyri føroysku genturnar, at tær megnaðu at spæla javnleik ímóti Íslandi, eftir keðiligu tapini í fyrstu dystunum.


Ísland – Føroyar 1-2

0-1: Lív F. Arge, 12. min.
0-2: Guðrið Thomsen, 23. min.
1-2: 39. min.
2-2: 48. min.

Føroyar:
1. Annika Dam (GK), 5. Kára Djurhuus, 6. Elisabeth Vang, 7. Milja R. Simonsen, 8. Silja R. Róin, 9. Ása á Reynatúgvu (2. Jansy Jacobsen, 77. min.), 11. Hervør Olsen (14. Jónvá Hentze, 80. min.), 12. Lív F. Arge (Cap.), 13. Guðrið Thomsen, 17. Arnborg Lervig og 18. Durita Hummeland.

Á beinkinum: 16. Annika M. Arge (GK), 3. Gudny Johannesen, 4. Bjørt Holm, 10. Hjørdis Rasmusardóttir, og 15. Sigrun T. Magnussen.

Venjarar: Jón Pauli Olsen og Bára Skaale Klakstein.