Føroyska U17-landsliðið við gentum skal næstu dagarnar luttaka í EM-undankapping í Slovakia
Tíðliga leygarmorgunin kom føroyska U17-landsliðið við gentum til Banská Bystrica í Slovakia, har U17-landsliðið næstu dagarnar skal luttaka í EM-undankapping.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Póllandi og vertunum Slovakia.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður mánadagin kl. 11 ímóti Spania.