Føroyska U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Danmark, tapti í dag 2-0 ímóti Wales

Eftir eyðmýkjandi 9-0 tapi fyri Danmark í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum verður spæld í Ballerup í Danmark, var ein heilt annar hugburður at síggja á føroysku gentunum, tá teir í dag spældu móti Wales.

Í hálvleikinum stóð framvegis á jøvnum 0-0, men stutt eftir hvíldina løgdu walisisku genturnar seg á odda, og lítla løtu seinni økti Wales til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

Seinasti dystur hjá føroysku gentunum verður leygardagin ímóti Grikkalandi. Mánadagin vann Grikkaland 1-0 móti Wales og í dag endaði við javnleiki 2-2 millum Danmark og Grikkaland.

Føroyska liðið ímóti Wales: 1. Annika Arge (GK), 2. Arnborg Lervig, 5. Silja Róin, 6. Guðrið Thomsen (69. min. 3. Bjørt Holm), 7. Durita Hummeland (74. min. 13. Sigrun Magnussen), 9. Hervør Olsen, 10. Milja Sominsen, 11. Lív Arge (Cap.), 12. Kára Djurhuus, 14. Elisabeth Vang og 18. Ása á Reynatúgvu (67. min. 8. Gudny Johannesen).

Á beinkinum: 16. Annika Dam (GK), 4. Kristian Obradovic, 15. Hjørdis Rasmusardóttir og 17. Jónvá Hentze.

Venjari: Jón Pauli Olsen