Hóast føroysku genturnar taptu ímóti Grikkalandi, so vóru venjarar og leikarar sum heild væl nøgd við avrikið í dystinum

Heldur ikki í seinasta dystinum í EM-undankappingini eydnaðist føroyska U17-landsliðnum við gentum at fáa stig, men kortini gjørdist úrslitið ímóti Grikkalandi nakað betri enn móti Danmark og Wales.

Úrslitið gjørdist 3-2 til Grikkaland, sum var frammanfyri við tveimum málum í steðginum.

Tíggju minuttir eftir steðgin skoraði Grikkaland til 3-0, men so vaknaðu føroysku genturnar av álvara, og lítla løtu seinni minkaði Lív Arge um munin.

Tað, ið eftir var av dystinum, stríddust okkara gentur fyri at koma nærri grikkum, men ikki fyrr enn í seinastu sekundunum eydnaðist tað føroyska liðnum aftur at fáa mál. Brotsspark varð dømt til Føroyar, og úr ellivu metrum var Lív Arge trygg, men nærri komu føroysku genturnar ikki.

Føroyska liðið móti Grikkalandi: 1. Annika Arge (GK) (74. min. 16. Annika Dam (GK)), 2. Arnborg Lervig, 4. Kristina Obradovic (77. min. 3. Bjørt Holm), 5. Silja Róin, 6. Guðrið Thomsen, 10. Milja Simonsen, 11. Lív Arge, 12. Kára Djurhuus, 14. Elisabeth Vang, 15. Hjørdis Rasmusardóttir (41. min. 8. Gudny Johannesen)

Á beinkinum: 7. Durita Hummeland, 9. Hervør Olsen, 13. Sigrun Magnussen og 18. Ása á Reynatúgvu

Venjari: Jón Pauli Olsen

Endaliga støðan:
1. Danmark, 7 stig (+15)
2. Grikkaland, 7 stig (+2)
3. Wales, 3 stig (-5)
4. Føroyar, 0 stig (-12)