Føroyska U17-landsliðið við gentum kom í rættuligt ódnarveður, tá tær í dag spældu fyrsta dystin í EM-undankappingini í Danmark. Úrslitið gjørdist 9-0 til donsku vertirnar

U17-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í EM-undankapping í Ballerup í Danmark, kom í rættuligt ódnarveður, tá føroysku genturnar í dag møttu donsku vertunum.

Undan dystinum varð eisini roknað við, at uppgávan fyri føroysku genturnar fór at verða torfør, tá hugsað verður um, at danskur kvinnufótbóltur er á rímuliga høgum støði.

Og tað gjørdist eisini ein stórur gloypibiti fyri føroyska U17-liðið. Longu í steðginum var støðan 6-0 til Danmark, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, var úrslitið 9-0 til donsku genturnar.

Næsti dystur í kappingini verður mikudagin, tá føroysku genturnar skulu royna seg ímóti Wales. Fjórða landið í bólkinum er Grikkaland.

Føroyar: 1. Annika M. Arge, 2. Arnborg Lervig, 5. Silja R. Róin, 6. Guðrið Thomsen, 7. Durita Hummeland, 9. Hervør Olsen, 10. Milja Simonsen, 11. Lív Arge (Cap.), 12. Kára Djurhuus, 14. Elsebeth Vang og 18. Ása á Reynatúgvu.

Á beinkinum: 16. Annika Dam, 3. Bjørt Holm, 4. Kristina F. Obradovic, 8. Gudny Johannessen, 13. Sigrun T. Magnussen, 15. Hjørdis Rasmusardóttir og 17. Jónvá Hentze.