Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U17-hópin við gentum, sum seinni í hesum mánaðinum skal spæla EM-undankapping í Føroyum
Í døgunum 25. til 30. september verða Føroyar vertir fyri bólki 9 í EM-undankappingini fyri Gentur U17.
Og tað verður sterk mótstøða, ið føroysku genturnar skulu royna seg ímóti. Hini londini í bólki 9 eru Grikkaland, Italia og Noreg.
Í hesum sambandi hava Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakkstein, venjarar, úttikið hesar 18 leikararnar:
Anna S. Hansen og Durita Hummeland, EB/Streymur
Elisabet Vang, Silja R. Róin og Guðrið Thomsen, B36
Annika Dam og Rebekka F. Benbakoura, HB
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71
Birita B. Nielsen, B68
Bettieyð Ellingsgaard, MB
Hjørdis Rasmusdóttir, Víkingur
Janita Diana Ole-Jacobsen, 07 Vestur
Tóra Mohr, Amanda Johannessen, Erla Christiansen, Evy á Lakjuni og Gudny Johannessen, KÍ
Skráin:
|
25. sept. |
Kl. 13:00 |
Italia – Føroyar |
Tórsvøllur |
|
25. sept. |
Kl. 18:00 |
Noreg – Grikkaland |
Tórsvøllur |
|
27. sept. |
Kl. 13:00 |
Noreg – Føroyar |
Tórsvøllur |
|
27. sept. |
Kl. 18:00 |
Grikkaland – Italia |
Tórsvøllur |
|
30. sept. |
Kl. 15:00 |
Føroyar – Grikkaland |
Svangaskarð |
|
30. sept. |
Kl. 15:00 |
Italia – Noreg |
Tórsvøllur |