Seinnaparin í dag spælir føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini í Eysturríki
Ferðalagið úr Føroyum kom til Eysturríki mánadagin, og í dag er fyrsti av trimum dystum á skránni. Mótstøðuliðið í dag er Sveis.

Veðrið hevur annars ikki verið nakað serligt, síðani føroyska U17-landsliðið kom til Hall, við umleið 12.000 íbúgvum, sum liggur í Tirol-landslutinum í Eysturríki. Tað hevur regna rættuliga illani, og millum annað hevur ikki verið møguligt at vant á vøllinum, har dysturin móti Sveis verður spældur.

Í dag er tó munandi betri veður, og sum heild eru umstøðurnar í Hall góðar.

Venjararnir, Áki Johansen og Poul F. Joensen hava sett navn á teir fyrstu 11, sum byrja á vøllinum móti sveisarum.

Elias Ramussen verður í mál, og í verjuni verða Bartal Wardum, Dánjal Godtfred, Leivur Hæjgaard og Absalon Heinesen. Miðvøllin manna Jákup F. Hansen, Hákun Edmundsson, Benjamin Heinesen, Beteul Hansen og Jógvan á Lað Jacobsen. Fremstur á føroyska liðnum verðyr Meinhard Olsen.

Eykaleikarar verða Emil Rom Madsen, Høgni E. Nielsen, Steintór Fagradal, Aron Klementsen, Dan í Soylu, Pól S. Kristiansen og Ari K. Poulsen.

Hini londini í EM-undankappingarbólki 6 fyri U17-landslið, eru Kypros og Eysturríki.