Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið føroyska U17-hópin við dreingjum, sum í næstum skal til mini-kapping í Norðurírlandi
Frá 7. til 11. apríl skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í UEFA mini-kapping, sum verður í Norðurírlandi.

Umframt Føroyar og Norðurírland, eru Wales og Ísland eisini við í kappingini.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum verður týsdagin 8 apríl, tá okkara dreingir skulu spæla ímóti vertstjóðini, Norðurírlandi. Dagin eftir, mikudagin 9. apríl skal føroyska liðið royna seg ímóti Wales, meðan seinasti dystur verður spældur fríggjadagin 11. apríl, tá føroyingarnir skulu dystast ímóti grannunum úr Íslandi.

Teir 20, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til UEFA mini-kappingini í Norðurírlandi, eru hesir:

Málverjar:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariasen, AB

Verjuleikarar:
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DEN)
Ari Olsen, Skála
Ólavur Niclasen, KÍ
Bjarni Petersen, B36
Svein Knút Magnussen, Vejle BK (DEN)
Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur
Fannhard Skoradal, Víkingur

Miðvallarar:
Petur Knudsen, NSÍ
Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Jákup Andreasen, KÍ
Jákup Pauli Breckmann, HB
Jannik Mathias Olsen, NSÍ
Pætur Joensson Petersen, B36
Tonni Thomsen, Víkingur,
Kristoffer Fremming, Brøndby (DEN)

Framherjar:
David Muller, AC Horsens (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Adrian Justinusen, HB

Úttøkubræv

Skrivað hevur: Hans Erik Danielsen, [email protected]