Í døgunum 22. til 27. septmber skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut EM-undankapping, sum í ár verður í Írlandi
Um eina góða viku fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til árligu EM-undankappingina, sum hesaferð verður í Írlandi. Umframt Føroyar og vertstjóðina, verða Skotland og Gibraltar eisini við í kappingini.

Fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum í kappingini verður mánadagin 22. september ímóti Skotlandi, ið spældi seg heilt fram til hálvfinaluna í seinastu EM-kappingini fyri U17-landslið. Næsti dysturin er móti Írlandi, og seinasti dysturin verður leygardagin 27. september, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Gibraltar.

Teir 18 leikararnir, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til kappingina í Írlandi, eru hesir:

Málverjar:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuleikarar:
Jóhan Waag Høgnesen, Sønderjyske (DEN)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Johann Gaardbo, NSÍ
Svein Knút Magnussen, Vejle BK (DEN)
Eyðstein Zachariassen, EB/Streymur
Fannhard Skoradal, Víkingur

Miðvallarar:
Petur Knudsen, NSÍ
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Janus Svabo Samuelsen, Brøndby (DEN)
Jákup Andreasen, KÍ
Pætur Joensson Petersen, B36
Hannes Agnarsson, B36
Adrian Justinussen, HB

Framherjar:
David Muller, AC Horsens (DEN)
Teit Jacobsen, HB

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 19. september og er heima aftur sunnudagin 28. september.