Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í UEFA mini-kappingini, sum í hesum døgum er í Norðurírlandi
Hóast lítil munur var á liðunum, so tapti føroyska U17-landsliðið við dreingjum í dag 2-0 fyri Norðurírlandi. Talan var um fyrsta dystin í UEFA mini-kapping, sum í hesum døgum verður spæld í Belfast.

Á Solitude Leikvøllinum í Belfast fingu norðurírsku vertirnir eina betri byrjan, men sum fráleið kom føroyska liðið meir við í dystin, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var nær við at Jákup Andreasen legði Føroyar á odda. Jákup royndi seg við góðum skoti, men norðurírski málverjin bjargaði væl, og fekk beint bóltin út til horna. Lítla løtu seinni fóru norðurírar í álop, og við fínum langskoti skoraði Norðurírland til 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Fyrstu løtuna eftir steðgin sat føroyska liðið á meginpartin av spælinum, men tíverri fyri okkara dreingir, kom einki burtur úr. Í staðin økti Norðurírland til 2-0 tá eitt gott korter var eftir at spæla, og aftur hesaferð var talan um gott langskot, sum brast í føroysku meskarnar handan Silas Eyðsteinsson, sum í hálvleikinum loysti Róa Zachariassen av í føroyska málinum.

Næsti dystur hjá føroyska U17-liðnum verður mikudagin, 9. apríl, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Wales.

Føroyar – Norðurírland 0-2 (0-1)

Føroyar
Rói Zachariassen – Ari Olsen, Ólavur Niclasen, Bjarni Petersen og Fannhard Skoradal – Jákup Pauli Breckmann, Jákup Andreasen, Janus S. Samuelsen, Jannik M. Olsen og Kristoffer Flemming – David Muller.

Eykaleikarar, ið komu á vøllin í seinna hálvleiki
Silas Eyðsteinsson, Svein K. Magnussen, Eyðstein Zachariassen, Petur Knudsen, Pætur Joensen, Tonni Thomsen, Teit Jacobsen og Adrian Justinussen.

Venjarar
Áki Johansen og Pól F. Joensen.