Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í árligu NM-kappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Danmark
Mánadagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í ársins Norðurlandameistarakapping, sum í ár verður spæld í Kolding og Nørre Aaby í Danmark.

Mótstøðuliðið var Noreg, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð var støðan 3-1 til norsku dreingirnar. Tað vóru bara spældir fýra minuttir, so var 1-0 til norðmenninar, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Men meðan tað vóru norsku dreingirnir, ið fingu eina betri byrjan upp á fyrra hálvleik, so vóru tað føroysku dreingirnir, ið løgdu betri fyri í seinna hálvleiki. Ein minutt eftir hvíldina stóð á jøvnum 1-1. Málskjútti var liðskiparin á føroyska liðnum, Teit Jacobsen.

Sum heild var talan um ein javnan og spennandi dyst, og hóast norðmenninir høvdu bóltin meir, so vóru tað okkara dreingir, ið spældu seg fram til teir størru málmøguleikarnar.

Kortini var tað Noreg, ið legði seg á odda 2-1 tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og á tímaslagnum øktu norsku dreingirnir til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður týsdagin ímóti Danmark, sum í sínum fyrsta dysti vann 2-0 ímóti USA.

Føroyska liðið ímóti Noreg:
Silas Eyðsteinsson (GK), Ari Olsen, Fannhard Skoradal, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Svein Knút Magnussen, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Teit Jacobsen (Cap.), Jákup Andreasen og Janus Svabo Samuelsen.

Inn/útskiftingar:
55. min. Hannes Agnarsson inn fyri Adrian Justinussen
55. min. Jannik Mathias Olsen inn fyri Teit Jacobsen
65. min. Pætur J. Petersen inn fyri Petur Knudsen
65. min. Jóhan Waag Høgnesen inn fyri Ari Olsen
75. min. Eyðstein Zachariassen inn fyri Fannhard Skoradal
75. min. Jóhann Gaardbo inn fyri Svein Knút Magnussen

Rói Zachariassen kom ikki á vøllin.

Venjarar:
Áki Johansen og Pól F. Joensen