Heldur ikki í næsta dystinum í NM-kappingini eydnaðist føroyska U17-landsliðnum at fáa stig. Úrslitið gjørdist 2-0 til Norra
Eftir góða avrikið ímóti Onglandi mánadagin, høvdu leikarar og venjarar góðar vónir til dystin ímóti norðmonnum. Men hóast føroyska liðið enn einaferð vísti eitt framúr liðavrik, so endaða tað kortini við 2-0 tapi fyri Norra.
Smá mistøk frá okkara leikarum, og skjótar umstillingar frá norðmonnunum var munurin, ið avgjørdi dystin. Norðmenn hava tvey lið við í kappingini, og eru føroyingarnir komnir í bólk saman við Norra 1.
Fyrstu løtuna vóru tað okkara dreingir ið høvdu bóltin, og spældu seg eisini fram til fleiri vandamiklar støður. Serliga vóru Ari Krosslá Poulsen og Heri Mohr eyðsýndir í síðunum, og fer eftir fer sneiddu teir mótstøðuleikararnar av og fingu lagt bóltin inn í brotsteigin hjá norðmonnum. Men tá bólturin varð sendir ímóti málinum varð vart fyri, og í trimum førum bjargaðu norðmenninir á sjálvari mállinjuni.
Góða føroyska spælið fyrstu løtuna gav tíverri einki úrslit, og í staðin vórðu okkara dreingir revsaðir, tá Norra í tveimum førum fóru í skjótálop.
Í steðginum vórðu smávegis justeringar gjørdar á føroyska liðnum, og dreingirnir vóru av álvara tendraðir tá seinni hálvleikur byrjaði. Nærdystirnar á miðuni vunnu føroysku dreingirnir, og framhaldandi vóru tað føroyingarnir, ið høvdu bóltin meginpartin av tíðini.
Í álopinum var Meinhard Olsen ein støðug hóttan fyri norsku verjuni, og í nærum øllum deyðbóltsstøðum vóru tað ungu føroysku dreingirnir, ið vunnu bóltarnir, har serliga Bartal Wardum vísti styrki. Men síðsti neyvleikin og tolni manglaðu, og í altjóða dystum verða tey smáu mistøkini revsað hært, og tískil endaði dysturin við 2-0 sigri til Norra.
Í dag hava føroysku dreingir frí, eftir tveir strævnar dystir í tveir dagar. Dreingirnir eru sera troyttir, og tískil kemur ein frídagur sera væl við.
Triðji dystur í kappingini verður hósdagin, tá Føroyar skal spæla ímóti Finnlandi.
Føroyar: Karstin Hansen – Hilmar Leon Jacobsen (75. min. Pól Fláaberg), Bartal Wardum, Høgni E. Nielsen, Jóhan Waag Høgnesen (75. min. Levi Jøkladal) – Ari Krosslá Poulsen (40. min. Jan á Høgaryggi), Betuel Hansen, Rói Olsen, Petur Knudsen (75. min. Andrias Poulsen), Heri Mohr (40. min. Teit Jacobsen) – Meinhard Olsen (70. min. Jákup L. Thomsen)