Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í ársins NM-kapping. Úrslitið ímóti Danmark gjørdist 2-0 til danir
Árliga Norðurlandameistarakappingin fyri U17-landslið við dreingjum verður í hesum døgum spæld í Danmark. Í ár eru 125 ár liðin síðani danska fótbóltssambandi varð sett á stovn, og tí gera danir nógv burturúr kappingini. NM fyri U17-landslið er fyri øll norðurlond, umframt tvey gestalond, sum í ár eru Ongland og USA. Men tiverri fyri føroysku dreingirnar hava úrslitini higartil ikki verið sum vónað.

Mánadagin tapti føroyska liðið 3-1 ímóti Noreg, og týsdagin taptu okkara dreingir 2-0 fyri Danmark. Í dystinum ímóti dønum var danska liðið sum heild betri, men um meir hepni var við okkara, kundu føroysku dreingirnir avgjørt fingið okkurt mál. Størsti kjansurin kom beint fyri steðgin, men ístaðin fóru danir í mótálop og skoraðu til 2-0, sum eisini varð endaliga úrslitið.

Seinasti dysturin í bólkaspælinum verður hósdagin, tá føroyska liðið skal spæla ímóti USA, sum mánadagin tapti 2-0 fyri Danmark, og týsdagin tapti 4-1 ímóti Noreg.

Føroyska liðið ímóti Danmark:
Silas Eyðsteinsson, Ari Olsen, Fannhard Skoradal, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Svein Knút Magnussen, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Teit Jacobsen, Jákup Andreasen og Janus Svabo Samuelsen.

Inn/útskiftingar:
41. min. Hannes Agnarsson inn fyri Ólavur Niclasen
53. min. Pætur J. Petersen inn fyri Adrian Justinussen
59. min. Jóhann Gaardbo inn fyri Bjarna Petersen
76. min. Jannik M. Olsen inn fyri Petur Knudsen
76. min. Jóhan Waag Høgnesen inn fyri Jákup Andreasen

Venjarar:
Áki Johansen og Pól F. Joensen