Hóast føroyska U17-landsliðið við dreingjum vísti eitt framúr liðavrik í fyrsta dystinum í NM-kappingini, so gjørdist úrslitið kortini eitt tepurt 1-0 tap fyri Onglandi

U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í árligu NM-kappingini, sum í ár verður spæld í Hamar í Norra, spældi í dag fyrsta dystin í kappingini. Og hóast føroysku dreingirnir stríddust væl, so endaði tað kortini við einum teprum 1-0 tapi fyri Onglandi, sum eisini var støðan í steðginum.

Sum upptakt til dystin løgdu venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, stóran dent á, at um føroyska liðið skuldi hava nakran møguleika móti sterku onglendingunum, so máttu allir stríðast fyri hvørjum øðrum, og leikararnir skuldu ansa eftir ikki at gera alt ov nógv persónlig mistøk, sum mótstøðuleikararnir kundu útnytta.

Fyrstu løtuna var Ongland greitt omaná á Brumuddal Stadion í Hamar, men sum fráleið komu okkara dreingir meir við í dystin og bólturin var meir á føroyskum fótum. Í tveimum førum var eisini nær við at Føroyar legði seg á odda, men ístaðin skoraði Ongland til 1-0 stutt fyri hálvleik.

Eftir steðgin hildi føroysku dreingirnir fram við at stríðast, men kortini spurdust ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir burturúr, og ímóti endanum byrjaði føroyska orkan at ganga undan. Sum heild vóru venjarar og leikarar nøgdir við innsatsin og spælið, men eftir stendur, at Ongland vann ein tepran 1-0 sigur.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður í morgin, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Norra.

Føroyar: Karstin Hansen – Hilmar Leon Jacobsen (75. min. Pól Fláaberg), Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Jóhan Waag Høgnesen – etuel Hansen, Rói Olsen – Teit Jacobsen(65. min. Ari Krosslá Poulsen), Meinhard Olsen, Jan á Høgaryggi (75. min. Levi Jøkladal) -Jákup Ludvig Thomsen (60. min. Petur Knudsen).

Á beinkinum uttan at koma inn: Andrias Poulsen, Heri Mohr og Símun Johan Wolles.

Myndir