Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum verður spæld í Georgia. Úrslitið gjørdist 4-0 til Holland
Hósdagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia.
Fyrsti dystur hjá Føroyum var ímóti Hollandi, ið seinastu tvey árini hava vunnið europameistaraheitið fyri U17-landslið, og tí var eyðsæð, at fyrsti dysturin í kappingini fór at verða trupul.
Úrslitið av dystinum, sum varð spældur á Dinamo Arena í georgiska høvuðsstaðnum, gjørdist 4-0 til Holland, sum var frammanfyri við tveimum málum í steðginum.
Fyrsti hálvi tímin av dystinum var merktur av, at Holland hevði leikliga yvirvág, men føroyska verjan stóð væl, og tí høvdu hollendararnir trupult við at spæla seg til veruligar málmøguleikar.
Tá eitt gott korter var spælt vóru kortini boð eftir føroyska málverjanum, Karstin Hansen, sum úr stuttari fjarstøðu fekk vart væl fyri.
Holland kom á odda tá 32 minuttir vóru spældir, men bara tríggjar minuttir seinni fingu føroyingarnir størsta málmøguleikan í dystinum.
Ein góð sending varð send fram til liðskiparan, Meinhard Olsen, ið tamdi bóltin, og setti fer á. Komin skammar tíggju metrar inn á hollendsku hálvuna, verður bólturin sendur út í høgra borð, til Teit Jacobsen, sum í fyrstu nerting sendir bóltin væl inn í hollendska brotsteigin. Við handaru stong stendur Hilmar Leon Jacobsen væl fyri, og setir fótin á bóltin, men ólukku tíð stríkur bólturin beint framvið málinum.
Føroyingarnir iðraðu seg, og lítla løtu seinni økti Holland til 2-0, sum eisini var støðan í steðginum. Seinni hálvleikur byrjaði væl fyri Holland, sum við tveimum einmans avrikum økti til 4-0 stutt eftir hvíldina.
Eftir hetta kom føroyska liðið meir við í dystin, og ta eina ferðina var heilt nær við, at Jákup Thomsen minkai um munin. Hilmar Leon sendi bóltin væl innfyri, men Jákup var bara sentimetrar ov stuttir at fáa høvdið á bóltin.
Føroysku U17-landsliðsvenjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, vóru sum heild væl nøgdir við partar av dystinum, men serliga byrjanin í seinna hálvleiki var ikki nóg góð frá føroyskari síðu.
Næsti dystur hjá okkara dreingjum verður leygardagin, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Georgia, sum í sínum fyrsta dysti vann 3-1 á San Marino.
Liðið í dag:
Karstin Hansen (GK), Absalon Eliasen, Bartal Wardum, Høgni E. Nielsen, Mikkjal á Bergi, Petur Knudsen (Jan á Høgaryggi, 72. min.), Meinhard Olsen (Cap), Rói Olsen, Hilmar Leon Jacobsen, Teit Jacobsen (Heri Mohr, 80. min.) og Jákup Thomsen (Janus Samuelsen, 61. min.).
Eykaleikarar: Símun Jóhan Wolles, Jóhan Waag Høgnesen, David Muller og Jákup A.