Føroyska U16-landsliðið vann í dag á Íslandi eftir brotssparkskapping. Undan hesum dystinum hevði Ísland vunnið á bæði Wales og Norðurírlandi, men føroyingarnar tóku teir ikki
Týsdagin varð triðja og seinasta umfar í UEFA menningarkappingini fyri U16-landslið við dreingjum á skránni. Føroyska liðið spældi ímóti Íslandi, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð á jøvnum 1-1, eftir málleysan fyrra hálvleik. Dysturin skuldi avgerast, og tí varð fari beinleiðis til brotssparkskapping, sum føroyingarnir vunnu. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar.

Ísland legði seg á odda, tá tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Rangstøðufellan hjá føroyum miseydnaðist, og so var Torfi Gunnarson púra fríur, og føroyski málverjin, Bárður á Reynatrøð, hevði ongan møguleika at bjarga.

Men tað gingu bara fýra minttir, so svaraðu Føroyar aftur. Arnbjørn Svensson sendi ein langan bólt niðan móti íslendska brotssteignum, og so var ein misskiljing millum verjuna og málverjan hjá Íslandi, sum endaði við, at Kristinn Pétursson skallaði bóltin í egið mál.

Bárður á Reynatrøð dagsins maður
Dysturin endaði 1-1, og so var farið til brotssparksskapping. Her bleiv føroyski málverjin hetjan, tí hann bjargaði tríggjar ferðir. Sjálvur sigur hann, at hann var ógvuliga uppsettur til brotsspørkini

– Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, byrjaði eg at hugsa um brotssparkskappingina. Eg hugsaði um, hvørja síðu eg skuldu velja, tá íslendarar komu oman at skjóta. Hesaferð valdi eg so rætt, segði ein sera fegin Bárður á Reynatrøð, sum dagliga spælir fyri Víking.

Leikararnir hava rætta hugburiðin
Áki Johansen er saman við Pól F. Joensen venjari hjá føroyska U16-landsliðnum. Áki var sera væl nøgdur við føroyska avrikið.

– Hesir leikararnir vilja meira enn bara at vera við. Undan kappingini høvdu teir sett sær fyri, at Føroyar skuldu í øllum førum fáa fýra stig, og tað eydnaðist eisini, nú vit vunnu á bæði Norðurírlandi og Íslandi.

– Vit hava eisini sæð stóra leikliga menning í hesari kappingini. Virðingin fyri mótstøðuni var kanska nakað stór í fyrstu dystunum, men í dag spæla vit sera góðan fótbólt. Vit hava bóltin nógv, og vit skapa eisini góðar málmøguleikar, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

Samstundis sum Ísland og Føroyar spældu á Tórsvølli, dystaðust Norðurírland og Wales á Ovara vølli í Gundadali. Úrslitið gjørdist 4-1 til walisar.

Endaliga støðan í kappingini gjørdist, at Ísland vann við 7 stigum, eitt meir enn Wales, sum fekk 6 stig. Føroyar fingu 4 stig, meðan Norðurírland endaði aftast við einum stig.

Komandi hósdag byrjar ein nýggja UEFA menningarkapping, og tá verður tað U16-landsliðið við gentum, ið fer á vøllin. Íslands, Norðurírland og Wales verða eisini við í tí kappingini.

Myndir

Bárður á Reynatrøð