U15-landsliðið við dreingum vann 4-3 í fyrra venjingardystin móti Liktinstein. Heini Sørensen, Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu føroysku málini

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum er í hesum døgum í Liktinstein, har tveir venjingardystir eru á skránni. Fyrri dysturin varð spældur hósdagin, og úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 3-3.

 

Heini Sørensen skoraði tvey mál, meðan Hjarnar Johansen og Sigurð Rasmussen gjørdu hvør sítt.

 

Seinni venjingardysturin móti Liktinstein verður spældur leygardagin.

 

Føroyska U15-liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Liktinstein – Mynd: Niclas Davidsen / www.fsf.fo