Føroyska U15-landsliðið við dreingjum tapti næsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Írlandi. Írsku vertirnir vunnu 4-0

Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, men mótstøðan var eisini sterk, tá føroysku U15-dreingirnir spældu næsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Írlandi.

 

Mótstøðumenninir vóru írsku vertirnir, og úrslitið gjørdist 4-0 til Írland.

 

Seinasti dystur í kappingini verður spældur mánadagin. Tá skulu okkara dreingir royna seg ímóti Lettlandi, sum í sínum dystum hevur tapt 3-0 fyri Írlandi, og 2-0 fyri Luksemborg.