VIDEO: Føroysku U15-dreingirnir vunnu ein sannførandi sigur í triðja dystinum í KUV-kappingini í Vejle
Seinnapartin leygardagin spældi føroyska U15-landsliðið við dreingjum triðja dystin í KUV-kappingini í Vejle. Mótstøðuliðið var svenska Helsingborg, og úrslitið gjørdist ein tryggur 4-2 sigur til okkara dreingir, eftir 3-1 leiðslu í steðginum.

Í FSF Varpinum ber til at síggja samandrátt frá dystinum, umframt samrøðu við Eli Hentze, landsliðsvenjara.