Í triðja dystinum í Brøndby Cup 2014 tapti føroyska liðið stórt, meðan tað hinvegin gjørdist til stórsigur í fjórða dystinum

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í Brøndby Cup í Danmark, hevur havt heldur misjøvn úrslit seinastu tveir dystirnar.

Í fyrsta dystinum í kappingini, sum varð spældur leygardagin, tapti føroyska liðið við seks málum ímóti Brøndby og sunnudagin máttu okkara leggja rygg til 2-0 tap fyri FC Midtjyllandi. Kortini vóru vónirnar góðar, tá liðið mánadagin skuldi royna seg ímóti Næsby BK og týsdagin skuldi spæla ímóti Vanløse.

Øgiliga stórt tap

Føroyar U15 – Næsby BK 0-8 (0-5)

Hóast góðar vónir, so gjørdist tað rættuliga skjótt greitt fyri føroyingunum í Brøndby, at dysturin ímóti Næsby BK fór at enda við einum veruligum lúsingi til okkara leikarar.

Longu í steðginum var støðan 5-0 til fjónbúgvarnar, og tá 70 minuttir vóru spældir og dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, stóð 8-0 á máltalvuni.

– Hetta gjørdist eitt øgiliga stórt tap. Eftir stórtapið ímóti Brøndby, vístu okkara leikara vilja og áræði ímóti FC Midtjyllandi, og tí høvdu vit rímuliga góðar vónir undan hesum dystinum. Ikki tí, okkara høvdu nakrar góðar lyklastøður inni á teirra hálvu, og onkuntíð bjargaði málverjin hjá Næsby væl. Men vit vóru alt ov hálvhjartaðir í ov nógvum støðum, segði Eli Hentze, landsliðsvenjari, eftir triðja dystin í Brøndby Cup 2014.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Brøndby IF 2-1 ímóti FC Midtjyllandi. Hesi úrslit hava við sær, at Brøndby vann bólkin við fullum stigatali, Næsby BK fekk 6 stig, FC Midtjylland 3, meðan Føroyar einki stig fekk í innleiðandi bólkaspælinum.

Føroyska liðið ímóti Nædby BK:
Bárður á Reynatrøð (GK) (Cap.), Mathias Majvang, Asbjørn Heðinsson Fróði Rasmussen, Aron Knudsen, Andrias Edmundsson, Dann Fróðason, Fríði Kruse Johansen, Andrias Sørensen, Jógvan Petersen og Albert Nielsen.

Inn/útskiftingar:
22. min. Sveinur Lava Olsen inn fyri Asbjørn Heðinsson
36. min. Hannis Matras inn fyri Bárður á Reynatrøð
36. min. Sjúrður Pauli Nielsen inn fyri Andrias Sørensen
36. min. Magnus Holm Jacobsen inn fyri Fríða Kruse Johansen
36. min. Gundur Ellingsgaard Petersen inn fyri Aron Knudsen

Tórur Jacobsen og Andrias Mikkelsen komu ikki á vøllin

Endiliga stórsigur rætta vegin

Føroyar U15 – Vanløse 6-0 (2-0)

Týsdagin eydnaðist føroyska U15-landsliðnum at venda keðiliga gongdini í Brøndby Cup, og hesaferð vóru tað okkara, ið fingu leiklutin at vinna stórsigur.

Tá 26 minuttir vóru spældir legði Fróði Rasmussen Føroyar á odda, og beint fyri steðgin økti Jógvan Petersen til 2-0. Føroyska liðið helt fram við ágangandi spælinum í seinna hálvleiki, og við hvør sínum máli frá Dann Fróðason og Fríða Johansen, og tveimum frá Aron Knudsen, vunnu føroysku dreingirnir ein knúsandi 6-0 sigur á Vanløse.

– Eftir tap í fyrstu dystunum, eru tað endiliga vit, ið kenna rákan av viðgongd og lagið í hópinum er av tí sama gott. Vit sótu á meginpartinum av spælinum, og um væl vildi til, so vann føroyska liðið við meir enn seks málum, segði Eli Hentze eftir stórsigurin ímóti Vanløse.

Seinasti dysturin hjá U15-liðnum við dreingjum í ársins Brøndby Cup verður mikudagin, tá okkara skulu spæla ímóti Køge um 13. plássi í kappigini.

Føroyska liðið ímóti Vanløse:
Hannis Matras (GK), Andrias Sørensen, Andrias Mikkelsen, Fróði Rasmussen, Aron Knudsen, Andrias Edmundsson (Cap.), Mathias Majvang, Magnus Holm Jacobsen, Sjúrður Pauli Nielsen, Jógvan Petersen og Tórur Jacobsen.

Inn/útskiftingar:
36. min Sveinur Lava Olsen inn fyri Andrias Sørensen
36. min Albert Nielsen inn fyri Tórur Jacobsen
36. min Dann Fróðason inn fyri Jógvan Petersen
54. min Gundur Ellingsgaard Petersen inn fyri Sjúrður Paula Nielsen
60. min Fríði Kruse Johansen inn fyri Andrias Edmundsson

Bárður á Reynatrøð og Asbjørn Heðinsson komu ikki á vøllin.

Venjarar:
Eli Hentze og Hegga Samuelsen


Føroyska ferðalagið til Brøndby Cup 2014