Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U15-landsliðið við dreingjum, ið skal luttaka í Brøndby Cup 2013

Seinastu tvey árini hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum luttikið í Brøndby Cup í Danmark, og soleiðis verður aftur í ár. Kappingin byrjar leygardagin 27. juli og endar hósdagin 1. august.

Í hesum sambandi hava U15-landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen, úttikið hesar 18 leikarar, ið skulu umboða Føroyar til Brøndby Cup 2013:

Teitur Holm, HB 
Hannis Agnarsson og Bjarni Petersen, B36
Pauli Sivertsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Bárður á Reynatrøð, Tonni Thomsen, Mikal á teynatrøð og Fannhard Skoradal, Víkingur
Andre Benjaminsen, B68
Pætur Hentze, Mourits Heini Mortensen, Heðin Nielsen og Sonni Mikkelsen, NSÍ
Oskar í Haraldstovu Weihe og Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Svein Knút Vesturdal Magnussen, Vejle Boldklub (DK)
Kristian Eliasen, Randers FC (DK)

Sum liður í fyrireikingum til Brøndby Cup 2013, verður skipað fyri venjing á Tórsvølli sunnudagin 23. juni, og venjingarlegu í Skálavík vikuskiftið 19. til 21. juli.

Føroyska ferðalagið flýgur úr Vágum fríggjadagin 26. juli, og verður aftur í Føroyum hóskvøldið 1. august.

Úttøkubræv