Hóast U15-landsliðið við dreingjum ikki skal í kapping fyrr enn í august mánað komandi ár, verður skipað fyri regluligum venjingum í vetur
Sum liður í at fyrireika yngru landsliðsleikararnar til komandi kappingar, umframt at landsliðsvenjararnir kunnu síggja so nógvar leikarar sum tilber, er Fótbóltssamband Føroya farið undir at skipa fyri landsliðsvenjingum í vetur.

Síðani seinast í oktober hava U15-landsliðsvenjararnir, Eli Hentze og Jógvan Hendrik Samuelsen skipað fyri venjingum á Tórsvølli, og fram til jóla er ætlanin at seks venjingar skulu hava verið á skránni.

Higartil hava útvið 70 dreingir, føddir í árunum 1999 og 2000, verið til venjingarnar á Tórsvølli, og tá árið er liðugt hava væntandi enn fleiri luttikið í venjingunum hjá U15-landsliðnum.

– Hetta er eitt sera gott høvið hjá okkum venjarum, at síggja fleiri leikarar, og at hava fingurin á pulsinum og fylgja við, hvussu leikararnir mennast, sigur Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari.

Í nógv ár luttók U15-landsliðið við dreingjum í Aberdeen Football Festival í Skotlandi. Men seinastu tvey árini hevur liðið verið í Danmark, har U15-landsliðið hevur luttikið í Brøndby Cup, og soleiðis verður eisini komandi ár.

Eli Hentze, U15-landsliðsvenjari


Jógvan Hendrik Samuelsen, U15-landsliðsvenjari