Í seinasta dystinum í Brøndby Cup tapti føroyska U15-landsliðið fyri OB, og endaði sostatt nummar 10 í kappingini
Føroyska U15-landsliðið við dreingjum fekk onga úrtøku í seinasta dystinum í Brøndby Cup 2012, sum varð spældur ímóti OB úr Odense. Úrslitið gjørdist 3-2 til OB, eftir at støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.

Tað vóru annars føroysku dreingirnir ið løgdu betri fyri, og longu í 2. minutti legði Jákup Ludvig Thomsen Føroyar á odda.

Føroyska leiðslan helt sær í eitt korter, og tá seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal gjørdist støðan 2-1 til danir. OB var betra liðið, og lítla løtu seinni gjørdist støðan 3-1 til dreingirnar úr Odense.

Men 10 minuttir fyri leiklok peikaði dómarin á brotssparksblettin, og úr ellivu metrum var Jóhan Waag Høgnesen tryggur, og skorai til endaliga úrslitið 3-2 til OB.

Sum heild eydnaðist kappingin væl, og tá avtornaði gjørdist føroyska U15-landsliðið nummar 10 í Brøndby Cup 2012.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar hóskvøldið.

Hagtøl