U15-dreingirnir taptu 7-0 fyri Lettlandi í síðsta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Írlandi. Tað er tó vert at nevna, at sjey av lettlendsku spælarunum vóru eitt ár ov gamlir

Farnu vikuna hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum verið í Írlandi, har UEFA menningarkapping hevur verið á skránni.

 

Í síðsta dystinum møttu okkara dreingir Lettlandi, sum undan dystinum hevði fingið loyvi at brúka sjey spælarar, ið eru ov gamlir at spæla á U15. Og sambært føroyska venjaranum, Jan Mølvad Laursen, sást hetta aftur í dystinum og á úrslitinum.

 

– Lettlendsku dreingir vóru størri og sterkari enn okkara, og serliga í fyrra hálvleiki kom hetta veruliga til sjóndar. Í seinna hálvleiki komu vit meir við í dystin, og spældu okkum til nakrar góðar málkjansir. Men í avgerandi løtum vóru vit tíverri ikki nógv neyvir.

 

– Hetta hevur annars verið ein lærurík vika fyri okkara ungu dreingir. Teir hava víst góðan hugburð, bæði í dystum og í venjingum, og teir eru eisini blivnir betri og betri fyri hvønn dyst. So framtíðan sær bjørt og spennandi út, sigur Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.