Avsmuringur og tepurt tap í fyrstu dystunum hjá U15-landsliðnum. Føroysku dreingirnir hava fingið eina keðiliga byrjan í Brøndby Cup 2014

Fríggjadagin fór føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Danmarkar at luttaka í Brøndby Cup 2014. Hetta er fjórða árið á rað, at ungu dreingirnir taka lut í hesi kapping, og undanfarin ár hava úrslitini verið góð. Men hesaferð hevur føroyska liðið fingið eina heldur tunga og keðiliga byrjan á kappingina.

Avsmurningur í fyrsta dystinum

Brøndby IF – Føroyar U15 6-0 (3-0)

Fyrsti dystur í Brøndby Cup 2014 varð spældur leygardagin, tá vertirnnir úr Brøndby vóru mótstøðuliðið, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu var støðan 6-0 til heimaliðið.

Longu eftur tveir minuttir varð fyrsta ávaringin slongd út í heitu høvuðsstaðarluftina, og gulu og bláu heimadreingirnir kundu fegnast. Hendan fyrsta og skjóta ávaringin boðaði ikki frá góðum, og sum heild hevði føroyska liðið einki at bjóða í hesum dystinum.

Gamaní møttu okkara dreingir ein sera vælleikandi liði, men føroyska spælið og innsatsurin var langt undir tað, ið okkara kunnu og eiga at vísa. Tá dómarin langt um leingi bríkslaði fyri seinastu ferð, mátti føroysku dreingirnir ásanna, at mótstøðuliðið hevði skorað seks ferðir, meðan føroyska liðið einki veruligt skot hevði havt á teirra mál.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Næsby BK 4-1 ímóti FC Midtjylland.

Føroyska liðið ímóti Brøndby IF:
Bárður á Reynatrøð (Cap.), Andrias Sørensen, Asbjørn Heðinsson, Fróði Rasmussen, Mathias Majvang, Andrias Edmundsson, Dann Fróðason, Albert Nielsen, Sjúrður Pauli Nielsen, Aron Knudsen og Tórur Jacobsen.

Inn/útskiftingar:
32. min. Jógvan Petersen inn fyri Sjúrður Paula Nielsen
36. min. Gundur Ellingsgaard inn fyri Aron Knudsen
36. mai. Magnus Holm Jacobsen inn fyri Tórur Jacobsen
41. min. Andrias Mikkelsen inn fyri Andrias Sørensen
50. min. Fríði Kruse Johansen inn fyri Dann Fróðason

Hannis Matras og Sveinur Lava Olsen komu ikki á vøllin.

Uppreisn, men einki stig

Føroyar U15 – FC Midtjylland 0-2 (0-2)

– Vit fingu einki mál og einki stig, men vit fingdu reist okkum og innsatsurin var nógv betur hesaferð, í mun til meira enn hálvvánaliga avrikið ímóti Brøndby í fyrsta dystinum. Soleiðis segði Eli Hentze, annar av U15-venjarunum eftir dystin ímóti FC Midtjyllandi, sum endaði við 2-0 sigri til úlvarnar úr Herning.

FC Midtjylland legði eisini rygg til stórtap í teirra fyrsta dysti, so tað vóru tvey særd lið, ið møttust sunnudagin.

Talan var um ein javnan dyst, men tíverri fyri okkara dreingir, so legði FC Midtjylland seg á odda tá eitt stórt korter var spælt. Føroyska liðið misti bóltin á miðjum vølli, og donsku dreingirnir gera skjótt av, spæla djúpt til leikara mitt fyri, ið gjørdist púra leysur.

Á hálva tímanum økti FC Midtjylland um leiðsluna. Horna varð sent innfyri úr vinstru og eitt stórt mistak í føroysku verjuni ger, at tveir mans koma at standa væl fyri við handaru stong, og so varð 2-0.

Føroyska liðið megnaði ikki í nóg stóran mun at koma til veruligar málmøguleikar, men innsatsurin var góður allan dystin, og hóast aftanfyri við tveimum málum, góvust okkara ongantíð at stríðast.

– Samanumtikið vóru vit nøgdir við bæði innsats og spæl í løtum, men vit iðra okkum almikið um bæði málini, ið teir fingu. Nógv viðurskifti riggaðu væl í dystinum ímóti FC Midtjyllandi, men eisini funnu vit fram til, hvørji øki skulu betrast, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum.

Føroyska liðið ímóti FC Midtjyllandi:
Bárður á Reynatrøð (Cap.), Mathias Majvang, Asbjørn Heðinsson, Fróði Rasmussen, Aron Knudsen, Andrias Edmundsson, Dann Fróðason, Magnus Holm Jacobsen, Sjúrður Pauli Nielsen, Jógvan Petersen og Albert Nielsen.

Inn/útskiftingar:
43. min. Fríði Kruse Johansen inn fyri Sjúrður Paula Nielsen
47. min. Andrias Sørensen inn fyri Mathias Majvang
54. min. Tórur Jacobsen inn fyri Jógvan Petersen
62. min. Gundur Petersen inn fyri Albert Nielsen
67. min. Sveinur Lava Olsen inn fyri Magnus Holm Jacobsen

Hannis Matras og Andrias Mikkelsen komu ikki á vøllin.

Mánadagin spælir føroyska U15-liðið ímóti Næsby BK.