Føroyska U15-landsliðið við dreingjum sleppur av álvara at royna seg í september, tá sveisiska U15-landsliðið kemur hendan vegin at spæla tveir venjingardystir
– Hetta verður ein øðrvísi, men eisini stór, avbjóðing. Síðani vit byrjaðu við virkseminum hjá U15-landsliðnum, hava vit bara spælt ímóti liðum – mangan góðum liðum – úr Danmark, Skotlandi og øðrum londum. Hetta verður so okkara fyrsti veruligi landsdystur, og tað verður sjálvandi ein stór uppliving fyri dreingirnar, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen er venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.
Tað er eydnast Fótbóltssambandi Føroya at fáa avtalu í lag við fótbóltssambandið í Sveis, um at sveisiska U15-landsliðið kemur til Føroyar í september at spæla tveir venjingardystir.
Dystirnir verða 13. og 15. september.
– Tað verður serliga áhugavert at síggja, hvussu okkara U15-støði er, samanborið við landsliðsstøðið hjá einari góðar evropeiskari fótbóltstjóð, sigur Eli Hentze, landsliðsvenjari.
Umframt tveir venjingardystir í september, skulu U15-dreingirnir eisini taka lut í Brøndby Cup 2016, sum verður frá 29. juli til 3. august.