U15- landsliðsvenjararnir hjá gentum, Bára Klakstein og Poul Helgi Jacobsen, hava úttikið føroyska hópin, sum frá 2. til 8. august skal til Baltic Cup í Lettlandi
Í fjør tók FSF avgerð um at økja um landsliðsarbeiði, og fyri fyrstu ferð nakrantíð varð eitt U15-landslið við gentum sent á vøllin at umboða Føroyar. Fyrsta avbjóðingini var Brøndby Cup í Danmark, og liðið stóð seg væl. Endin bleiv, at føroyska liðið vann kappingina.
Landsliðsarbeiði hjá U15-gentunum heldur sjálvandi fram, og er nú, eins og øll hini ungdómslandsliðini, komið í eina fasta legu. Men í ár verður ikki fari til Brøndby. Í staðin verður fari til Riga í Lettlandi at taka lut í Baltic Cup., sum verður spælt í lettiska høvuðsstaðnum frá 2. til 8. august.
Bára Skaale Klakstein og Poul Helgi Jacobsen standa á odda fyri U15-landsliðnum, og í vetur hava tey havt fleiri úttøkuvenjingar á Tórsvølli. Nógvar hava verið inni í myndini hjá venjarunum, og allar hava víst góða hugburð til venjingarnar. Og nú, smáar tveir mánaðar áðrenn kappingina, er endaligi hópurin til Baltic Cup 2016 klárur.
Tær 18, ið skulu umboða føroyska U15-landsliðið við gentum til Baltic Cup 2016, eru hesar:
Sunniva Willemose, HB
Helena Hansen, B36
Silja Augustinussen, TB
Vár Tollaksdóttir, Víkingur
Judith Rasmussen, AB
Fridrikka Clementsen, B71
Anja Hentze, B71
Lena Maria Joensen, KÍ
Óluva A. Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Judit Johansen, Skála
Kristina B. Mikkelsen, Skála
Henrikka W. Jacobsen, MB
Lena Olsen, B68
Miriam H. Egilsdóttir, B68
Eyðbjørg Jacobsen, B68
Lea S. Lisberg, EB/Streymur
Umframt Føroyar og Lettlandi, verða hini bæði baltisku londini, Estland og Litava eisini við í kappingini.