Fyrireikingarnar til Brøndby Cup 2014 hava gingið væl. Vónandi kunnu ungu leikararnir mennast enn meir í kappingini, og samstundis fáa royndir á altjóða leikpallinum
Seinni í hesum mánaðinum fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Brøndby Cup í Danmark. Sum fyrireiking til kappingini hevur hópurin vant á Tórsvølli, og seinastu dagarnar hava ungu dreingirnir verið á venjingarlegu á Sandi.
– Hópurin hevur búð á Deplinum í Skálavík, meðan venjingarnar hava verið inni í Dal á Sandi. Vit hava vant fýra ferðir seinastu tríggjarnar dagarnar, umframt at tveir venjingardystir hava verið á skránni, so vit skuldu verið væl fyrireikaðir, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum.
Fyri fýra árum síðani varð avgjørt, at U15-dreingirnir skuldu taka lut í Brøndby Cup í Danmark, eftir at liðið undanfarnu nógvu árini hevði verið við í Aberdeen Football Festival í Skotlandi.
Bæði í Danmark og í Skotlandi hava ungu dreingirnir fingið góð úrslit, men fyri føroyska liðið er endamálið fyrst og fremst, at hvør einstakur leikari skal mennast á altjóða pallinum, og samstundis fáa sínar allarfyrstu landsliðsroyndir í føroyska búnanum.
– Eitt góðtikið úrslit er, at allir leikarar og leiðarar í hópinum gera sítt ítarsta til hvørja venjing og hvønn dyst á ferðini. Har afturat vilja vit spæla á ein hátt, ið vit meta mennir leikararnar mest møguligt. Á tann hátt ætla vit at røkka góðum úrslitum nú, og í framtíðini, sigur Eli Hentze.
Teir 18 leikararnir, ið Eli Hentze og Hegga Samuelsen, landsliðsvenjarar, hava úttikið til Brøndby Cup 2014, eru hesir:
Asbjørn Heðinsson og Dann Fróðason, 07 Vestur
Fróði Pætursson Rasmussen, B36
Andrias Edmundsson, B68
Fróði Kruse Johansen, EB/Streymur
Jógvan Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Sveinur Lava Olsen og Andrias Mikkelsen, HB
Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF
Tórur Jacobsen og Hannis Matras, KÍ
Sjúrður Pauli Nielsen og Aron Knudsen, NSÍ
Andrias Sørensen, TB
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Albert Theis Nielsen, B1908 (DK)
Mathias Lui Majvang, Herfølge (DK)
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin 25. juli, og verður heima aftur mikudagin 30. juli.