Føroyska U15-landsliðið tapti fyrsta dystin í KUV-kappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Vejle
Tíðliga fríggjamorgunin setti føroyska U15-landsliðið við dreingjum kós ímóti Vejle í Danmark. Fyrsta varð flogið til Keypmannahavnar, síðani koyrt í bussi til Vejle, og seinnapartin bleiv fyrsti dysturin í KUV-kappingini spældur á VB Parken, ið er nýggja venjingarannleggið hjá Vejle Boldklub.
Sum heild var talan um ein javnan dyst, ið kortini endaði við einum teprum 1-0 sigri til heimadreingirnar í nógva mjørkanum á VB Parkini.
– Hóast tap, eru vit nøgdir við innsatsin hjá okkara leikarum. Talan var um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar, og við eitt sindur av hepni og neyvleika høvdu okkara eisini komið á máltalvuna, sigur Eli Hentze, ið saman við Hegga Samuelsen, stendur á odda fyri føroyska U15-landsliðnum við dreingjum.
Umframt føroyska U15-landsliðið, eru lið úr øllum norðurlondum og Týsklandi við í kappingini. Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður longu leygarmorgunin, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti danska Fredericia.