Triðja árið á rað hevur føroyska U15-landsliðið við dreingjum í summar luttikið í Brøndby Cup í Danmark. Samanlagt gjørdist føroyska liðið nummar 6 í kappingini, ella nummar 8!
Í døgunum 26. juli til 1. august luttók føroyska U15-landsliðið við dreingjum í Brøndby Cup í Danmark, har tað í ár vóru lið úr ellivu ymiskum londum, ið lúttóku.
Hetta er triðja árið á rað, at ungu føroysku fótbóltsleikararnir eru við í hesi kapping, eftir at føroyska U15-landsliðið nógvu árini framman undan var partur av Aberdeen Football Festival í Skotlandi.
Til Brøndby Cup 2013 var føroyska U15-landsliðið í Úrmælingabólkinum, ið taldi 12 lið, við fýra liðum í trimum bólkum. Okkara dreingir vóru í bólki saman við OB, Brøndby IF og Vejle BK.
Áðrenn fari var avstað til Danmarkar, høvdu venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen fleiri venjingar við liðnum, og eisini varð skipað fyri venjingarlegu á Sandoynni. At fyrireikingarnar vóru góðar, sást eisini aftur í úrslitunum í Brøndby Cup 2013. Í Føroyum bar tó illa til at fyrireika ungu dreingirnir við tann nógva hitan, sum var í Danmark, meðan kappingin varð spæld.
Føroyar U15 – OB 1-1 (1-0)
Í fyrsta dystinum í kappinginin spældi føroyska U15-landsliðið javnleik 1-1 móti OB. Føroyska málið skeyt Janus Kjærbo longu í 1. minutti, tá dómarin dømdi brotsspark til Føroyar.
Føroyska liðið hevði tamarhald á dystinum, og spældu seg eisini fram til fleiri vandamiklar støður, men restina av dystinum vildi bólturin ikki í danska málið. Í staðin fyri at økja um føroysku leiðsluna, javnaði OB til 1-1, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Føroyar U15 – Brøndby IF 0-2 (0-0)
Í næsta dystinum varð spælt ímóti Brøndby IF, og tað skuldi vísa seg, at vertirnir fyri kappingini høvdu eitt gott lið.
Eftir málleysan fyrra hálvleik, byrjaði føroyska orkan at ganga undan í seinna hálvleiki, og umframt at spæla móti einum góðum mótstøðuliðið, skuldi føroyingarnir eisini stríðast við nógva hitan, sum var hendan dagin.
Brøndby IF legði seg á odda um miðan seinna hálvleik, og tá byrjaði føroysk orkan eisini at ganga undan. Okkara dreingir royndu at svara aftur, men mótstøðan á vøllinum, og tann nógvi hitin, hildu føroyingunum frá at javna. Heldur økti heimaliðið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Føroyar U15 – Vejle BK 2-0 (1-0)
Í triðja dystinum í Brøndby Cup 2013 var eingin ivi um hvønn veg sigurin fór at fara. Føroyska liðið var munandi betri enn liðið úr Vejle, og tá avtornaði varð úrslitið 2-0 til Føroyar.
Tá níggju minuttir vóru spældir skoraði Tonni Thomsen til 1-0, og stutt fyri leiklok avgjørdi Fannhard Skoradal dystin til fyrimuns fyri Føroyar. Ungi gøtumaðurin varð spældur fríður í vinstru síðu, og hart kroystur millum tveir mótstøðuleikarar, langaði Fannhard bóltin í málið, og so varð 2-0 til Føroyar, sum eisini tryggjaði føroyska liðnum 2. plássið í bólkinum.
Føroyar U15 – FC Nordsjælland 6-5 (eftir brotssparkskapping)
Annað plássinum í bólkinum hevði við sær, at fjórði dysturin í kappingini skuldi spælast ímóti FC Norsjælland, ið endaði á 3. plássið í bólki 2. Vinnarin av dystinum millum Føroyar og FC Nordsjælland skuldi spæla um 5. og 6. plássið, meðan taparin skuldi spæla um 7. og 8. plássið í Brøndby Cup 2013.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, eftir málleysan fyrra hálvleik.
Stutt eftir steðgin legði Janus Samuelsen Føroyar á odda, men tá tíðin næstan var farin javnaði FC Nordsjælland við brotssparki.
Síðani varð farið beinleiðis undir brotssparkskapping, og her drógu føroyingarnir longra stráðið. Allir av okkara skoraði trygt úr ellivu metrum, meðan seinasta skotið hjá dønum fór omanfyri málið.
Harvið høvdu okkara leikarar tryggjað sær rættin at spæla um 5. og 6. plássið í kappingini – hildu tey flestu.
Føroyar U15 – Køge BK 0-1 (0-0)
Hóast føroyska U15-landsliðið vann ímóti FC Nordsjælland, og tískil átti at spæla um 5. og 6. plássið í kappingini, so henda kortini nakað heldur margháttligt, har okkara leikarar gjørdust offur í einum stríði millum Køge Boldklub og FC Nordsjælland.
Áðrenn kappingini høvdu føroysku leiðararnir gjørt fyriskipararnar av kappingini varugar við, at seinasti dysturin hjá føroyska liðnum helst skuldi spælast tíðliga á degnum, tí føroyska ferðalagið skuldi flúgva heim sama dag. Men fyrireikararnir vóru lítið hjálpsamir, og har afturat noktaði Køge BK, sum hevði tapt ímóti Viborg, at spæla ímóti FC Nordsjælland.
Tá avtornaði spældu Føroyar og Køge BK um 7. og 8. plássið, meðan Viborg og FC Nordsjælland spældu um 5. og 6. plássið í kappingini.
Um 1-0 ósigurin móti Køge BK hevur við sær, at føroyska liðið gjørdist nr. 8 ella nr. 6 í kappingini, gjørdist ongantíð greitt fyri okkara leikarar og venjarar.
Av røttum átti føroyska liðið at spæla um 5. og 6.plássið, men hvør fór avstað við tí, gjørdist ongantíð greitt fyri nøkrum. Føroyska liðið átti av røttum at spæla ímóti Viborg og ikki Køge BK. Eitt sindur løgi!
Leikarar og venjarar væl nøgdir
Samanumtikið høvdu dreingirnir nakrar framúr góðar dagar í Danmark, við nógvum fótbólti og øðrum upplivingum, umframt at veðrið var sera gott. Um føroyska liðið gjørdist nummar 6 ella 8 í ársins Brøndby Cup gjørdist ongantíð heilt greitt. Kortini er hetta besta úrslit føroyska U15-landsliliðið hevur fingið, síðani Føroyar fyrstu fer luttóku í 2011, og tað vóru leikarar og venjarar sum heild væl nøgdir við eftir kappingina.
Føroyski hópurin til Brøndby Cup 2013:
Teitur Holm, HB.
Hannis Agnarsson og Bjarni Petersen, B36.
Andrias Edmundsson og Andri Benjaminsen, B68.
Arnbjørn Svennsson, Bárður á Reynatrøð, Tonni Thomsen, Mikael á Reynatrøð og Fannhard Skoradal, Víkingur.
Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen, Heðin Nielsen og Sonni Mikkelsen, NSÍ.
Oskar í Haraldsstovu Weihe og Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur.
Svein Knút Vesturdal Magnussen, Vejle BK.
Kristian Eliasen, Randers FC.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen, venjarar.
Fanny Kruse, fysioterapeut.
Jan Andersen, liðleiðari.
Trygvi Mortensen, ferðaleiðari.