Undan seinasta umfarinum í 2. deild hjá monnum er nógv sum bendir á, at B36 og TB flyta upp í 1. deild komandi ár
Næstseinasta umfar í triðbestu deildini hjá monnum varð spælt leygardagin. Í Fuglafirði staðfesti B36 oddasessin við 4-1 sigri á ÍF, meðan TB sendi Undrið FF norð um suðuroyarfjørð við ongum. Tvøramenn vunnu 3-2.

Og nú ein dystur er eftir at spæla í 2. deild, er nógv sum bendir á, at tað verða B36 og TB sum flyta upp í 1. deild komandi ár.

Giza/Hoyvík hevur tó framvegis møguleikan at vinna sær rættin til 1. deildarfótbólt komandi ár. Men kravið er stórsigur á heimavølli móti ÍF, samstundis sum B36 tapir við fleiri málum móti Royn.

Greitt er í øllum føri, at TB vinnur seinasta dystin móti 07 Vestur, sum er koyrt úr kappingini. Við "sigrinum" á vágamonnum kemur TB upp á 40 stig, ið er sama stigatal sum B36 hevur undan seinasta umfarinum.

Úrslit, 17. umfar:
TB – Undrið FF 3-2
ÍF – B36 1-4
Skála – 07 Vestur 3-0 (Skála vann uttan dyst)
FC Suðuroy – Giza/Hoyvík 2-2
Royn – AB 1-2

18. og seinasta umfar í 2. deild hjá monnum er á skránni leygardagin 22. september, og tá verður spælt soleiðis:
Undrið FF – FC Suðuroy
AB – Skála
Giza/Hoyvík – ÍF
07 Vestur – TB
B36 – ROYN

Støðan 2. deild menn