Í tveimum spennandi dystum, ið báðir vóru móti NSÍ, hevur HB vunnið steypakappingina fyri Dreingir U14 og Dreingir U16. Í kappingini fyri Gentur U14 gjørdi KÍ sína skyldu, og vann stórt á B68/NSÍ
Dreingir U14
Fyrsti dystur leygardagin var í kappingini Dreingir U14, har HB og NSÍ møttust.
Tá vanliga leiktíðin var av, stóð á jøvnum 2-2, og tí máttu liðini undir tvær ferðir 10 minuttir. Tá eydnaðist teimum reyð-svørtu at fáa avgerandi málið, og er HB sostatt steypavinnari í kappingini Dreingir U14.
Gentur U14
Í kappingini fyri Gentur U14 var eingin ivi um hvønn veg sigurin skuldi fara.
KÍ var greitt omaná felagsliðnum B68/NSÍ, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, var støðan 5-0 til ungu genturnar úr Klaksvík.
Samanumtikið hevur KÍ vunnið tríggjar steypakappingar í yngru deildunum, meðan HB hevur vunnið tvær kappingar.
Dreingir U16
Eisini í kappingini Dreingir U16 møttust HB og NSÍ, og her var eisini neyðugt við longdari leiktíð. Tá vanliga leiktíð var farin stóð á jøvnum 4-4, eftir at HB eitt mundi í seinna hálvleiki var frammanfyri 3-1.
Men beint fyri leiklok skoraði NSÍ til 4-3, og flestu mundu tá halda, at steypið fór at enda í Runavík.
Dreingir í HB vildu tað øðrvisi, og tá tveir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, javnaði HB til 4-4, og noyddust liðini tí undir at spæla tvær ferðir 10 minuttir afturat.
Í longdu leiktíðini var eingin ivi, og tá eydnaðist HB at skora tvær ferðir, og vunnu teir til endans 6-4.
Gleðin var ovurstór, tá finalan í kappingini Dreingir U14 varð bríkslað av, og HB hevði vunnið 6-4 á NSÍ – Mynd: Norðlýsið/Jákup Ósá