Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at seta tveir fótbóltsmennarar afturat i starv. Freistin at søkja er 10. januar 2020

Fyri at styrkja ítróttarliga partin í Fótbóltssambandi Føroya, fer FSF í næstum at seta ein ella tveir fótbóltsmennarar afturat í starv. Talan kann bæði verða um fulltíðarstarv og/ella parttíðarstarv.

Í løtuni eru tveir fótbóltsmennarar í starvi hjá FSF, og koma nýggju fótbóltsmennararnir at arbeiða í mennaratoyminum, saman við teimum, sum frammanundan eru knýtt at ítróttarliga partinum í Fótbóltssambandi Føroya.

Uppgávan hjá nýggju fótbóltsmennarunum verður at menna og stuðla barna- og ungdómsvenjarum, og harvið virka við til at menna førleikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring alt landið. Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at loysa uppgávur við ungdómslandsliðum.

Okkum tørvar
Tú vilt fyrst og fremst menna føroyskan fótbólt. Harumframt ert tú fúsur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber í sær. Starvið krevur nógva ferðing innanlands, umframt kvøld- og vikuskiftisarbeiði, og tú kemur í stóran mun at arbeiða sjálvstøðugt.

Tað er ein fyrimunur, um tú
– hevur hóskandi venjaraútbúgving
– hevur aðra viðkomandi útbúgving
– hevur royndir við ungdómsarbeiði
– hevur góð samstarvsevni
– ert væl skipað/-ur
– dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum
– hevur telduførleikar á brúkarastigi
– hevur koyrikort

Vit bjóða tær
Tú verður partur av einum toymi, sum ikki hevur sín líka í Føroyum. Tú sleppur at sameina, tað at skipa menningararbeiði og altjóða uppgávur. Arbeiðið verður sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur í toyminum og samskiftir dagliga við tekniska stjóran í Fótbóltssambandi Føroya.

Umsókn og freist
Ert tú áhugað/-ur í størvunum, send eina umsókn við prógvum og viðmælum til [email protected], og skriva, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum fótbóltsmennari. Freistin at søkja er 10. januar 2020.

Hevur tú spurningar í sambandi við størvini, kanst tú venda tær til Pætur Smith Clementsen, tekniska stjóra í FSF, á telefon 29 19 64, ella send ein teldupost til [email protected].