FSF Varpið: Portugal og Andorra er næstu mótstøðuliðini hjá Føroyum. Stórur munur er á mótstøðuliðunum, men fyri føroyska landsliðið er talan um tveir sera týdningarmiklar dystir, sigur Gunnar Nielsen

Føroyska landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til seinna HM-undankappingardystin ímóti Portugal, sum verður á Estadio do Bessa í Porto hósdagin 31. august klokkan 19:45.

 

– Hetta verður uttan iva ein stór avbjóðing, og tey munnu vera fá, ið rokna við, at vit kunnu gera nakað við portugisar. Men vit trúgva sjálvandi uppá møguleikan, og fara sjálvandi eftir honum.

 

– Hesin dysturin er líka týdningarmikil sum dysturin komandi sunnudag ímóti Andorra, og tá vóna vit allan hugsandi stuðul og einum fullsettum Tórsvølli, sigur Gunnar Nielsen við FSF Varpið.

 

Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Andorra fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Týsdagin á middegi vóru umleið 700 atgongumerkir eftir.

 

Øll samrøðan við føroyska landsliðsmálverjan sæst her