Jóannes Jacobsen og Trondur Vatnhamar meta um 6. umfar í Effodeildini sum er á skránni komandi vikuskifti. Byrjað verður í Klaksvík leygardagin
Um vikuskiftið verður 6. umfar í Effodeildini spælt, og byrjað verður leygardagin í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti NSÍ.
Sunnudagin verða hinir fyra dystirnir í Effodeildini spældir. Víkingur, sum hetta vikuskiftið hevur heimavøll í Fuglafirði, av tí at vøllurin í Norðragøtu verður skiftur, fær vitjan av FC Suðuroy. Í Havn spæla B36 og B68, og við Margáir møtast EB/Streymur og HB.
Fimti dysturin hetta umfari verður spældur á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági, har TB fær vitjan av ÍF. Dysturin í Trongisvági byrjar kl. 15:00.
Í innslagnum niðanfyri meta Jóannes Jakobsen og Tróndur Vatnhamar um dystirnir ið verða spældir leygardagin og sunudagin.
6. umfar:
KÍ – NSÍ (leygardgin)
Víkingur – FC Suðuroy (verður spældur í Fuglafirði)
B36 – B68
EB/Streymur- HB
TB – ÍF (verður spældur á nýggja vøllinum í Trongisvági)