Vegna skaða verða Rógvi Joensen og Poul Ingason ikki tøkir til U21-landsdystin ímóti Týsklandi í næstu viku. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Sørmundur Kalsø og Eli F. Nielsen
U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava stutt undan fráferð til útidystin ímóti Týsklandi, verið noyddir at gjørt tvær broytingar á U21-liðnum.

Rógvi Joensen og Poul Ingason, ið báðir spæla við TB, hava vegna skaðar givið avboð. Í staðin hava U21-landsliðsvenjararnir sent boð eftir Sørmundur Kalsø og Eli Falkvard Nielsen.

Fyri stórum mánaða síðan spældu Føroyar og Týskland á Tórsvølli, og ta ferðina fóru komandi týsku heimsstjørnurnar avstað aftur við einum 3-0 sigri í viðførinum.

Dysturin millum Týskland og Føroyar er á skránni týsdagin 15. oktober.

Føroyski hópurin:
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Bárður Hansen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn
Beinir Ellefsen, AB Argir
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ Klaksvík

Miðvallarar:
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík
Tróndur Jensen, HB Tórshavn
Brandur H. Olsen, FC København (DK)
Heðin Klakstein, KÍ Klaksvík
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur