Ári Danielsen og Brandur H. Olsen eru so mikið illa skaddir, at teir kortini ikki vera við, tá U19-landsliðið í komandi viku ferð EM-undankapping í Estlandi
U19-landsliðsvenjararnir Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava gjørt tvær broytingar í hópinum, sum mánadagin ferð til EM-undankapping í Estlandi.

Ári Danielsen, ið til dagliga spælir fyri Silkeborg IF í Danmark, er so mikið skaddur, at hann hevur givið avboð til undankappingina í Estlandi. Í staðin fyri Ári Danielsen, er Patrick Larsen úr B36 úttikin.

Somuleiðis hava venjararnir avgjørt at úttaka ein nýggjan leikara fyri Brandur H. Olsen úr FC København. Brandur hevur síðani í summar drigist við ein skaða, og tí verður ikki mett, at hann er klárur at luttaka í EM-undankappingini í Estlandi.

Í staðin fyri Brandur H. Olsen, hava landsliðsvenjararnir sent boð eftir Andrias Høgnason Eriksen, úr Varde, sum spælir í 2. division vest í Danmark.

U19-landsliðið ferð til Estlands mánadagin, og næstu vikuna verða dystir ímóti Ukreina, Onglandi og Estlandi.