Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti finnum. Atli Gregersen avloysir Odmar Færø, meðan Klæmint A. Olsen avloysir Jóan Símun Edmundsson, ið er leikbannaður
Í kvøld klokkan 19:45 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Hesaferð á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki, har Finnland tekur ímóti.

Fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl, og umstøðurnar hjá føroyska hópinum í Finnlandi hava verið góðar.

Á middegi var seinasti spælarafundurin á skránni, og tá var navn sett á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen.

Á føroyska miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen, Brandur Olsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar og Christian Lamhauge Holst. Fremsti maður verður toppskjúttin í EFFO-deildini, Klæmint A. Olsen, ið avloysir Jóan Símun Edmundsson.

EM-undankappingardysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19:45, føroyska tíð. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og Rás2 sigur frá av Olympiska Leikvøllinum í Helsinki.