Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Andorra. Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini, sammett við dystin ímóti Malta

——————

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið byrja á vøllinum í UEFA Nations League dystinum ímóti Andorra, sum verður á Estadi Nacional í Andorra la Vella klokkan tvey seinnapartin.

Venjararnir, Håkan Ericson, høvuðvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini hesaferð, í mun til dystin ímóti Malta, sum Føroyar vunnu 3-2 farna hósdag.

Teitur Matras Gestsson avloysir Gunnar Nielsen í málinum, og á framrættaða miðvøllinum verður tað Patrik Johannesen, ið kemur inn fyri Meinhard Egilsson Olsen.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Jóannes Kalsø Danielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Jóannes Bjartalíð, og í álopinum frá byrjan vera Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.

Eykaspælarar: Tórður Thomsen, Kristian Joensen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Meinhard Egilsson Olsen og Jákup Biskopstø Andreasen.

Dagsins dómari er úr Eysturríki, og eitur Harald Lechner.