Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið til dystin móti Norra. Tvær broytingar eru gjørdar, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu vøllinum móti Spania farna fríggjadag
Føroyska landsliðið til EM-undankappingardystin móti Norra, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45, er sett. Og í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti Spania farna fríggjadag, hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen gjørt tvær broytingar.
Rógvi Baldvinsson avloysir Heina Vatnsdal, og Rene Shaki Joensen byrjar í staðin fyri Árna Frederiksberg.
Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og i álopinum frá byrjan verður málskjúttin móti spaniólum, Klæmint Andrasson Olsen.
Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Heini Vantsdal, Árni Frederiksberg, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.
Undan dystinum er Norra nummar fimm í bólkinum við tveimum stigum. Í fyrsta umfari taptu norðmenn 2-1 á útivølli móti Spania. Síðani spældu teir javnleik 3-3 á heimavølli móti Svøríki, og farna fríggjadag spældu Norra og Rumenia javnleik 2-2 á Ullevaal Stadion í Oslo.
Ímóti svium var Norra framman fyri við tveimum, til 20 minuttir vóru eftir at spæla, og ímóti Rumenia mistu norðmenn eisini eina 2-0 leiðslu seinastu minuttirnar.
Myndir: Bjarni Enghamar