Viljormur Davidsen og Finnur Justinussen hava givið avboð til dystin ímóti Malta, og í staðin eru Kristin R. Mouritsen og Dánjal á Lakjuni fyri fyrstu ferð úttiknir til A-landsliðið
Tveir dagar undan fráferð hava landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fingið tvey avboð í samband við dystin ímóti Malta, sum verður spældur á Ta’ Qali Stadium í Valletta á Malta, týsdagin í komandi viku.
Finnur Justinussen og Viljormur Davidsen hava givið avboð, og í staðin hava venjararnir úttikið Dánjal á Lakjuni úr ÍF, og Kristin R. Mouritsen úr HB.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at Dánjal á Lakjuni og Kristin R. Mouritsen eru úttiknir til A-landsliðið.