Fyrstu leygardagarnar í september skipar FSF fyri B-próvtøkum í Havn og í Klaksvík
Fótbóltssamband Føroya skipar fyri tveimum B-próvtøkum í september. Treytin fyri at kunna fara upp til B-próvtøku er, at viðkomandi hevur tikið B4/Slóðarin.

Í Havn og í Klaksvík
1. september er møguleiki at fara til B-próvtøku í FSF-húsinum í Havn, og eina viku seinni, leygardagin 8. september, verður møguleiki at taka próvtøkuna í KÍ-høllini í Klaksvík.
Sjálv próvtøkan tekur umleið fýra tímar, men harumframt skal roknast við eitt sindur av bíðitíð.
Í Havn verður byrjað kl. 12:00, og í Klaksvík verður byrjað kl. 12:30.

Tilmelding
Tey, ið ynskja at fara til próvtøku, verða biðin um at melda til skjótast tilber, ella í seinasta lagi mikudagin 23. august. Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til [email protected], ella faks. 31 90 79.
Luttøkugjaldið er 300,00 krónur, og skal gjaldast á konto hjá FSF í Eik Banka, 9181-263.457.2 tá meldað verður til. Viðmerk: B-próvtøka, navn og felag.

Um B-próvtøkuna
– Kunning (15-20 minuttir)
– Eygleiðing og greining av einum liði í dysti (65-75 minuttir)
– Leikskipan
– Leikháttur
– Við støði í greiningini at raðfesta og leggja til rættis tvær venjingar við liðnum – eina við fokus á tekniska venjing og eina við fokus á taktiskavenjing (60 minuttir)

– Samrøða við støði í greiningini av dystunum, løgdu venjingarætlanunum og annars viðkomandi tilfari, sum er gjøgnumgingið á B-útbúgvingini (45-60 minuttir)

– Vegleiðing/meting (15 minuttir)